Sinterklaas

Sinterklaas 2007.

Sinterklaas [sɪntər'klaːs] (ella meira formelt Sint Nicolaas ella Sint Nikolaas; Saint Nicolas á fronskum; Sankt Nikolaus á týskum) er ein siðsøguligur (traditionellur) vetrarferiufigurur, ið enn verður hátíðarhildin í Niðurlondum (Hálandi) og Belgia, og eisini í franska Flandern og Artois. Hann er eisini vælkendur í teim fyrrverandi hálendsku hjálondunum, eitt nú Aruba, Surinam, Curaçao, Bonaire og Indonesia. Hann er høvuðsupphavskeldan til norðuramerikanska jólamannin Santa Claus, og harvið eisini til føroyska jólamannin vit kenna í dag.

Hóast hann vanliga verður nevndur Sinterklaas (Santa Niklas ella Santa Klávus), er hann eisini kendur sum De Goedheiligman (Tann góði heilagmaðurin), Sint Nicolaas [sɪnt 'nikolaːs] (Sankta Niklas) ella bara sum De Sint (Halgimennið).

Hann verður hátíðarhildin niklasarmessuaftan (5. desember) í Niðurlondum (Hálandi) ella niklasarmessumorgun (6. desember) í Belgia og Norðurfrankaríki. Upprunaliga varð hátíðarhaldið hildið fyri sjálvan navnadagin hjá Sankta Niklasi – ið er verndarhalgimenni hjá m.ø. børnum, sjómonnum, og býnum Amsterdam. At hetta er ein rómversk-katólsk hátíð sæst av landafrøðiligu útbreiðsluni av hesum hátíðarhaldi, og á biskupsheitinum hjá Sint Nicholas.

Nærskyldir figurar eru eisini kendir í týskmælta partinum av Europa og økjum, ið søguliga hava verið fyri týskari ávirkan, íroknað Sveis (Samichlaus), Týskland og Eysturríki (Sankt Nikolaus); økið Suðurtyrol í Italia; Nord-Pas de Calais, Alsace og Lorraine í Frankaríki – eins og í Luksemburg (De Kleeschen), pørtum av Miðeuropa og á Balkan.


Developed by StudentB